Heldur eitt hálvt fet frammanfyri?

Subject: Teldubræv

Date: Fri 3. des. 1999

To: post@sosialurin.fo

From: argr@tv2bornholm.dk

Reply to: argr@tv2bornholm.dk

Ætlaði upprunaliga at skriva um globalisering: um at verðin er vorðin nógv minni hesi seinnu árini. Byrjaði at skriva fríggjakvøldið í seinastu viku. Sat so erpin við einari farteldu í floghavnini í Rønne. Flogfarið var seinkað, so eg náddi at skriva hálva grein. Leygarmorgunin fór eg til Hamburg við bili. Vitjaði sjómanskirkjuna har, og journalistin, Jústines Eidesgaard.

Helt leiðina fram til Amsterdam, har eg kom um fimm-tíðina sunnukvøld. Tók fartelduna við úr bilinum, tí eg skuldi gera greinina lidna. Men ólukkutíð: meðan eg skrivi meg inn á gistingarhúsið verður farteldan stolin.

Nú spyr kanska onkur: tú hevur helst gloymt hana onkustaðani ella hevur sløsað hana burtur! Nei - tað havi eg ikki. Tað er skjalprógvað. Gistingarhúsið, eg var á, eygleiddi alt sum fyrifórst í komuhøllini við fototólum.

Eg sá aftaná, hvussu farteldan var stolin. Eg stóð við telduni millum beinini á gólvinum og taskuni við síðuna av. Tveir mans vóru í móttøkuhøllini, og júst tá ið eg skrivaði meg inn, tók annar kvikliga telduna, og báðir fóru út av gistingarhúsinum.

Løgreglan í Amsterdam hevur nú sjónbandið, men teir søgdu mær, at eg skal ikki rokna við at síggja telduna aftur.

Á telduni lá teldubrævið til Sosialin. Eg skrivaði um, at fólk ofta siga, at verðin er vorðin nógv minni. Soleiðis kann tað tykjast, men í veruleikanum er tað so, at alt bert gongur nógv skjótari:

Skipini ganga skjótari, bilarnir koyra skjótari, flogførini flúgva skjótari og samskiftið gongur við rúkandi ferð.

Tá ið eg júst vildi skriva um hetta við globalisering, so er tað eisini eitt lítið innlegg til kjakið um loysing. Eg haldi tað er umráðandi at hava í huga, at tað ikki er nøkur loysn í dag at halda, at ein kann byrgja seg inni. Verðin er nokk ikki vorðin minni, men samskifti er so tætt og skjótt nú, at hvørt einasta lítið land noyðist at fylgja við.

Í veruleikanum er tað so, at jú minni landið er, jú meira umráðandi er tað at brúka allar nýmótans hentleikar. Eru hendurnar fáar, er neyðugt at fáa meira burtur úr hvørjari einstakari hond.

Bert í okkara tíð eru pengaseðlar næstan burtur. Sum Rasmus hjá Rigmor nevndi: tað verður helst ikki leingi til ein er noyddur at hava plastkort við sær í Vágsbotn, um ein skal keypa sær eitt kók.

Í bløðunum og frá fólki havi eg hoyrt, at nógv nú ganga á skeið fyri at fáa teldukoyrikort. Ein stak góð byrjan.

Her sum eg arbeiði brúka vit bert teldur, og vit samskifta bert á teldum. Ongin brúkar fax longur - alt er e-mail.

Allar kanningar vísa, at keyp og søla í størri og størri mun fer at ganga um internetið. Vit mugu vera heilt frammi, skulu vit ikki detta afturum.

Hjá okkum á TV 2/Bornholm hava vit eitt slagorð um árið. Í ár eitur tað á donskum við tilvísing til IT : »Hellere et halvt skridt foran end tabt bag en vogn«.

Tað ljóðar kanska eitt sindur fjákut, men í veruleikanum er tað okkara máti at siga, at av tí at vit eru so fá, mugu vit fáa sum mest burtur úr øllum tí nýggja, og standa í fremstu røð.

Eitt sindur øðrvísi bleiv hendan greinin, enn tann, eg upprunaliga ætlaði at skriva, men eg vóni boðskapurin er greiður: Globaliseringin ger at verðin sýnist minni, men tað er hon ikki. Hjólini mala bert nógv skjótari.


Árni Gregersen, Bornholm