Heldur eingin tilburður av koronu í gjár

Hesa seinastu vikuna hava fýra fólk fingið staðfest koronu í Føroyum

Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av koronu staðfestur í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 272 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru greinaðar, men eingin tilburður varð staðfestur. Tilsamans eru nú 217.483 kanningar gjørdar í Føroyum.

Hesa seinastu vikuna eru tað sostatt fýra fólk, sum hava fingið staðfest koronu og seinast, smittan varð staðfest, var miludagin.

Tilsamans hava nú 652 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tilsamans eru 644 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru tað sjey fólk í Føroyum, sum hava koronu beint nú.  Higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum, men eingin er innlagdur á Landssjúkrahúsinum við koronu.