Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 570 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 165.364 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 500 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 498 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 2 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna