Heldur ikki gjár varð nakar funnin við Koronu. Tað sigur landslæknin í dag. Og hann upplýsir eisini, at í gjár vórðu 1.102 fólk kannað fyri koronu kring landið. Hetta er áttandi dagurin upp í slag, at eingin smitta er staðfest innanlands.
Í gjár hendi so eisini tað, at eitt fólk varð frískt aftur og nú eru tilsamans 92.895 koronu-kanningar gjørdar í Føroyum.
Tilsamans hava 411 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum og nú eru 362 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 49 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, men eingin liggur á intensivari deild.