Heldur eingin semja hesaferð

Framvegis er eingin semja um makrelfiskiskapin í ár.

Hóast úlitini tóktust vera heldur frægari, eydnaðist tað heldur ikki hesaferð strandarlondunum at semjast um eitt makrelbýti fyri 2014. Tískil endaðu samráðingarnar í Edinburgh úrslitaleysar í gjárkvøldið.


Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi, sigur seg harmast slitið, serliga tí at møguleikin skuldi verið góður aftan á tað hækkaða tilmælið frá ICES. Hann sigur í einari fráboðan, at tað hevði borið til at gjørt eina semju innan fyri tilmælið, uttan at nakað av londunum hevði havt fyri neyðini at skerja sína veiði.

 

Nú tað er so langt liðið út á árið, verður endin helst, at londini fara at áseta sær sjálvum kvotur fyri 2014.