Heldur ikki í gjár var nakar tilburður av koronu staðfestur Í Føroyum. Landslæknin sigur, at annars vórðu 1.215 fólk kannað fyri koronu í gjár og tá ið eingin varð sjúkur, merkir tað, at tað framvegis eru seks fólk í Føroyum, sum hava koronu. Afturat teimum eru 14 fólk í sóttarhaldi, men í løtuni er eingin innlagdur við koronu.
Í gjár vórðu 447 fólk koppsett. Av teimum fingu 134 fólk ta fyrr sproytuna og 313 fólk fingu ta seinnu.
Nú hava 35.928 fólk fingið fyrru sproytuna og tað eru 67, 3 prosent av fólkinum. Hinvegin hava 32.915 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett, tað eru 61,7 prosent av fólkinum.
Tilsamans 68.843 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, sigur landslæknin.