Heldur eingin eplafestivalur í ár

Á Sandi hava tey gjørt av, at ein rimmar marknaðardagur verður á Sandi leygardagin hin 21. oktober.

- Vit eru hørm um at boða frá, at eingin eplafestivalur verður í ár.

 

Soleiðis siga tey, ið standa aftanfyri eplafestivalin, sum í nøkur ár varð hildin í Trøðum á Sandi.

 

Og hetta siga tey á Facebook-vanganum hjá tiltakinum.

 

Eplafestivalurin var fyri mong eitt sera hugnaligt heysttiltak, sum eisini varð væl vitjað.

 

Men, nú eru nøkur ár síðan, at seinasti eplafestivalur varð hildin í Trøðum.

 

Á Sandi hava tey gjørt av, at ein rimmar marknaðardagur verður á Sandi leygardagin hin 21. oktober.

 

- Her eru øll vælkomin, og møguleiki verður at fáa fatur á øllum tí góða, sum oyggin hevur at bjóða.

 

Í Sandoynni er bæði kjøt og alskyns grønmeti, sum fólk kunnu keypa sær á marknaðardegnum.

 

Nærri verður greitt frá tiltakinum á Sandi, tá marknaðardagurin nærkast.