Heldur eingin avtala í Meksiko

Meiri enn 175 lond hava sagt, at tey vilja virka fyri at fáa samráðingarnar um eina altjóða veðurlagsavtalu aftur á beint eftir tað miseydnaða umfarið í Keypmannahavn. Men kortini væntar samráðingarleiðarin hjá ST, Yve de Boer, ikki, at nakað úrslit fer at spyrjast burtur úr í hesum árinum.

Næsta umfarið verður í Meksiko í november, og hóast londini skulu halda tveir fyrireikandi fundir fyrst, væntar Yve de Boer ikki nakra semju í Meksiko.

Hinvegin væntar hann, at ein semja kann fáast, tá samráðingarnar verða í Kamerun.