Heldur byggja brýr enn blaka bumbur

TíÐindaskriv

Leygardagin 1. febr. kl. 14.30 verður Fólkafundur fyri friði á Vaglinum í Havn. Fyrireikararnir eru Javnaðarflokkurin, Tjóð-veldisflokkurin, Sosialistiskt Ungmannafelag og Unga Tjóðveldið. Í tíðindaskeivi heita teir á allar føroyingar um at taka lut á fólkafundi fyri friði. Har er ætlanin á friðarligan og virðiligan hátt at mótmæla ætlanunum um hernaðarligt álop á Irak, sum kann gera ein ræðandi krígsvanda til blóðugan veruleika. Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi:
?Vit vísa ikki minsta samhug við harðrenda einaræðisstýrið hjá Saddam Hussein

?Men vit halda, at frælsi og fólkaræði í Irak bert kann vinnast við friðarligum, politiskum amboðum - ikki við vápnum

?Eitt álop kann bert íbirta eitt kríggj, har avleiðingarnar verða tær ræðuligastu fyri tey, sum frammanundan eru harðast rakt: Fólkið í Irak

?Eitt kríggj móti Irak kann fáa óbøtiligar avleiðingar fyri ta viðbreknu støðuna í øllum Miðeystri, og økir um vandan fyri yvirgangsatsóknum í øllum heiminum

?Tí mótmæla vit, at tikið verður til vápnaðan bardaga og kríggj móti Irak

?Ístaðin styðja vit allar royndir at fáa heimsins friðarelskandi tjóðir at ganga saman í ST og aðrastaðni um at nýta síni nógvu og sterku politisku amboð at finna friðarligar loysnir

?Vit styðja øll tiltøk, sum á ein friðarligan hátt kunnu byggja brýr millum tjóðir og vinna framá í stríðnum móti kúgandi einaræði og yvirgangi

?Tí mótmæla vit eisini øllum ætlanum, sum á nakran hátt kunnu draga føroyingar og Føroyar upp í fyrireikingar til hernaðarligt álop á Irak og kríggj

Røðarar:
Marjun Bæk, prestur
Jóanes Nielsen, rithøvundur
Manijeh Elsa Modi, lesandi
Rói Patursson, háskúlastjóri

Tónleikabólkur spælir undir fundinum og skipar felagssangin