Bretski vinnumálaráðharrin, Ian Duncan Smith, sigur, at ungir arbeiðsleysir bretar skulu hava framíhjárætt fram um útlendingar, tá fyritøkur seta fólk í arbeiði. Sambært ráðharranum fara útlendskir ríkisborgarar við meiri enn helminginum av teimum størvunum, sum verða sett í vinnulívinum.
Vinnumálaráðharrin sigur, at arbeiðsloysið í Bretlandi er ov stórt, og at tað er neyðugt fáa betri eftirlit við streyminum av fremmandafólki til landið, so færri verða at kappast um tey tøku arbeiðsplássini.
Bretskir fjølmiðlar siga, at orðini hjá Ian Duncan Smirh minna um tað, sum Gordon Brown segði, tá hann í 2007 segði, at "bretsk størv vóru til bretar". Seinni vístu hagtøl, at 80 prosent av teimum arbeiðsplássunum, sum komu í stjórnartíðini hjá Tony Blair og Brown, fóru til útlendingar. Men tað er ikki vorðið betri, tí síðani teir borgarligu komu í stjórn, eru útlendingar farnir við 87 prosentum av teimum nýggju arbeiðsplássunum, skrivar Reuters.