Heldur bratt

Annar av venjarunum hjá AB, Allan Mørkøre, helt eftir dystin sunnudagin, at skjóta leiðslumálið hjá HB gjørdi brekkuna hjá AB dekan ov tunga.

- Vit eru klárir, tá vit fara inn til dystin, men ein slík deyðbóltsstøða eigur ikki at geva mál, og so verður mótbrekkan dekan ov brøtt, segði Allan Mørkøre.

- Restina av fyrra hálvleiki halda vit teimum frá teimum nógvu møguleikunum, men eftir steðgin verða vit spældir sundir og saman. Og tað er rættiliga skuffandi. Eyðkennið hjá okkum í ár hevur verið, at vit hava stríðst rættiliga væl, og tað var ikki til at fáa eyga á í dag.

Hóast vónbrotið í Gundadali, so er Allan Mørkøre væl nøgdur um fyrstu seks umførini hjá AB.

- Vit hava fingið fleiri stig, enn tey flestu roknaðu við, og vit eru í hálvfinaluni í steypakappingini. Vit hava víst, at vit eru truplir at spæla ímóti, og fyri tað mesta hava menn stríðst sera væl. Og tað er tað, sum vit skulu finna framaftur, áðrenn vit nú hitta EB/Streym tvær ferðir, segði Allan Mørkøre.