Heldur betri prísur

Ein lítil helvt av teimum 30 tonsunum, sum vóru á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum fyrrapartin, var toskur, sum fekk heldur betri prís enn teir seinastu dagarnar. Tað mesta var toskur III og IV, sum fóru fyri ávikavist 16,00 og 12,78 krónur í meðal fyri kilo. Meðalprísurin á tí størsta toskinum var 19,25 krónur.

Góð 10 tons vóru av hýsu. Tað mesta var hýsa II, sum fekk meðalprísin 11,11 krónur, meðan hýsa III fór fyri 11,27 krónur í meðal fyri kilo. Nakað var av hvítingi, sum fór fyri 7,70 krónur í meðal.

Tey 30 tonsini, sum Fiskamarknaður Føroya seldi fyrrapartin, fóru fyri 390.000 krónur.