Hóast tað eru fleiri dagar síðani, at bretskir veljarar sendu ein skelk gjøgnum heimin við at atkvøða fyri at fara úr Evropeiska Samveldinum, so er enn torført at meta um hvørjir avleiðingarnar vera av fólkaatkvøðuni.
Flestu evropeiskir stjórnarleiðarar hava harmast um avgerðina hjá bretum, men fyri nøkur lond kann talan gerast um góð tíðindi. Tað metir hvørt fall Ólafur Ragnar Grímsson, íslendski forsetin, sum í vikuskiftið nevndi sterku støðuna, ið eitt samstarv í Norðuratlantshavinum kann fáa.
- Tað er greitt, at her í Norðuratlantshavinum verður ein tríkantur av londum, ið øll eru uttanfyri Evropeiska Samveldið: Grønland, Ísland, Stóra Bretland, Føroyar og Norra. Hetta lyklaøki fyri norðan er uttan fyri ávirkanina hjá ES, vísir Ólafur Ragnar Grímsson á.
Íslendski forsetin, ið leggur frá sær í august, metir, at støðan hjá Ísland í evropeiska samfelagnum er munandi styrkna eftir fólkaatkvøðuna í síðstu viku.
- Við hesum nýggja tríkantinum av londum í Norðuratlantshavinum fara Ísland og Norra fáa ein øðrvísi og nýggjan leiklut við samráðingarborðið, tá samráðingar verða millum ES og Stóra Bretland, og ES og limalondini í EBS, Evropeiska búskaparliga samstarvinum.
- Okkara týdningurin, tá hugsa verður um sambandið við okkara grannar og ES-limalond, hevur verið fyri positivum broytingum, segði forsetin um vikuskiftið.










