Heldur altjóða skráseting

Danska stjórnin er ikki nøgd við avgerðina hjá kanadisku stjórnini um, at øll skip, sum sigla ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina millum Atlantshavið og Kyrrahavið, skulu lata seg skráseta hjá kanadisku myndugleikunum.

Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, sigur við Berlingske Tidende, at einki einstakt land skal hava eina tílíka skráseting, tí slíkt skal gerast í altjóða høpi, sigur hon.

Danmark hevur tí biðið Kanada um eina frágreiðing um málið, og partarnir hava avtalað at tosa um tað, sigur Lene Espersen við blaðið.