Heldur AC Milan enn FCK

Tottenham venjarin, Harry Redknapp, sammetir FC Keypmannahavn við eitt bananskal. Harry Redknapp er væl nøgdur við at Tottenham skal møta AC Milan í morgin heldur enn FC Keypmannahavn.

 

- Vit hava fingið eitt gott lutakast. Eg vil heldur møta AC Milan enn FC Keypmannahavn.Tað hevði verið eitt bananskal fyri okkum, sigur Harry Redknapp við enska blaðið, The Guardian.

 

Men AC Milan er eitt stórfelag, og vit gleða okkum til - dystin. Fáa vit javnleik á White Hart Lane, bíðar enn ein stórur dystur. Milan hevur nógvar góðar leikarar, men teir kunnu vinnast. Yvir tveir dystir hava vit góðar møguleikar, sigur Harry Radknapp.

 

Tað er eitt annað enskt lið, sum skal møta FC Keypmannahavn. Næsta týsdag hittast FCK og Chelsea í Parkini.