Heldur 50 ára dag í bikini

Amerikanska supermodellin Cindy Crawford hevði í gjár 50 ára føðingardag

Í 1995 var hon best lønta modellin í heiminum, og í 30 ár hevur hon verið millum avgjørt størstu stjørnurnar á altjóða mótahimmalinum.

Cindy Crawford úr Illinois í USA kundi í gjár halda sín 50 ára føðingardag. Tað gjørdi hon á karibisku oynni St. Barths, har hon og maðurin hava hildið til seinastu dagarnar.

Myndafólk hava ligið upp á lúr eftir Cindy Crawford, og tað lukkaðist onkrum teirra at fáa mynd av supermodellini í bikini á strondini, nú hon heldur 50 ára dag.

Altjóða miðlar halda, at Cindy Crawford var í sera góðum formi á føðingardegnum.