Í dag fyllir Maja Højgaard 100 ár, og hann verður hildin við móttøku seinnapartin.
Maja er ættað av Sevmýri á Tvøroyri, hon er dóttir Sannu og Kristen Mortensen, skipara. Í 1938 giftist hon við Jørgen Højgaard úr Rituvík og tey búsettust í Rituvík. Tey eiga fimm børn, Sally, Petur, Tordis, Jacob og Kristen.
Í 1953 fluttu til Grønlands har, Jørgen sigldi sum skipari og har tey búðu í nógv ár, men í sjeytiárunum fluttu tey til Keypmannahavnar.
Maja tók útbúgving í sjúkrarøkt á Diakonnissestiftelsen, og har arbeiddi hon til hon fór frá við eftirløn.
Í dag býr Maja í egnari íðúð og fýra av børnunum búgva nær við, og ein sonur býr í Havn.
Maður Maju, Jørgen, doyði í 1982.
Føðingardagurin verður hildin við móttøku frá klokkan 14-17 í dag á Rahbeksallé 36, í Frederiksberg.










