Tinglimir eru so ónøgdir við tað, sum hendir á Vinnuháskúlanum, at fíggjarenevndin fer at kalla landsstýriskvinnuna á økinum í loyniligt samráð at fáa hana at svara spurningum og summir tingmenn vilja hava høvdið á skúlastjóranum á einum fati Tað er so stórt óskil á Vinnuháskúlanum at tað eigur at fáa avleiðingar.
Tað eru tað fleiri tinglimir sum halda.
Í Løgtinginum í dag standa bæði leiðslan á Vinnuháskúlanum og landsstýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø, fyri hørðum atfinningum.
Tinglimir hava harðliga átalað, at tríggir lærarar á vinnuháskúlanum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn við teirri avleiðing, at ein nýggjur maskinistflokkur ikki verður tikin inn í ár.
Hetta fingu fleiri tinglimir ikki at stemma, tí teir søgdu, at lønarjáttanum hjá skúlanum varð hækkað munandi í ár.
Men í Løgtinginum kom fram, at ein orsøk er, at Vinnhaskúlin hevur flutt pening frá lønarjáttanini til raksturin og tí hevði skúlin ikki ráð til ætlaðu lønirnar.
Hetta vildu fleiri tinglimir als ikki finna seg í og tað vóru meiri enn ein, ið róðu framundir, at hetta eigur at kosta stjóranum á Vinnuaskúlanum starvið fyri at hava gjørt ímóti Løgtingsins vilja.
Men fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur eisini kravt, at Helena Dam á Neystabø verður kallað í loyniligt samráð í fíggjarnevndi fyri at fáa greiði á fíggjarliga standinum á vinnuháskúlanum.
Helena Dam á Neystabø tók væl ímóti hesum, tí hon metti, at hetta kundi greiða fløkjuna