Familjuleikurin HEKSIRNAR
Hesin leikurin er um heksir. Av teimum, sum eru til.
RÆTTULIGAR HEKSIR
Í ævintýrum plaga heksir altíð at vera í fjákutum, svørtum hatti, í svørtum kappa, og tær flúgva á kustaskafti.
Men hetta er onki ævintýr.
Sjálvur havi eg tvær ferðir sæð heksir.
Fyrru ferð slapp eg heilskapaður undan, men seinnu ferð gekk verri...
Men tá saman um kemur eri eg enn á lívi, so sjáldsamur eg annars síggi út.
Men lat okkum byrja frá byrjanini ...
Í dag verður so fyrsta sýning av familjuleikinum “Heksirnar”, eftir kenda rithøvundan Roald Dahl. Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini.
Tað er ein serlig sýning, ið Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, har er spenningur, eymleiki, sorg, keipur og skemt, alt í somu sýning. Afturat sær hevur Kristina fingið Hansinu Iversen at gera pallmynd og búnar. Koreografiina er tað Búi Rouch, ið hevur tikið sær av. Tað er ein royndur leikarahópur, sum fevnir um kendar sjónleikarar sum Hans Tórgarð, Katarinu Nolsøe, Lauru Joensen, Páll Danielsen, Sóley Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Petur Meinhard E. Andersen og Nicolaj Falck. Fleiri teirra sleppa at royna seg í fleiri leiklutum.
Handan pallin hava Kristina og Hansina havt Turpin Nap. Djurhuus, ið ljóssniðgevur og Jón McBirnie, ið ger ljómyndina. Hetta er ein leikur, ið krevur nógvar tekniskar “finessir”, búnar, hár og smyrsl og nógv annað, og tí partinum hava Mikkjal Arge Galán, Katrin Bonde, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Milja Hanusardóttir, Brandur Patursson, Símun Pauli Hansen, Birgir Djurhuus og Kjartan A. Jensen tikið sær av.
Næsta sýning er sunnudagin kl. 16.00, síðani er sýningar týs-, miku-, hós- og fríggjadag kl. 18.00