Leygardagin savnaðust nógv fólk í Føroyum og uttanlands at mótmæla millum annað, at týdningarmikil mál verða lirkað ígjøgnum løgting og landsstýri. At so nógv fólk vóru savnað á Vaglinum vísir, at fólk ikki longur sita og sova, meðan fólkaræðið spakuliga verður útholað. Fólk vilja hava opinleika og dygdargott lógarsmíð.
Seinastu dagarnar hava vit so hoyrt tveir politikarar skíra tað heksajagstran, at serfrøðingar og onnur tala at loyniligu avtaluni um skálafjarðartunnilin, sum Kári P. Højgaard so fegin vil hava undirskrivað. Hví kalla teir tað heksajagstran? Tað er ikki heksajagstran, at lógliga vald løgtingsfólk krevja at fáa at vita, hvat stendur í einum sáttmála, sum ein løgtingslóg ætlandi skal grundast á. Og tað er heldur ikki heksajagstran, tá ið fólk tala at tí, at landsstýrismaðurin hevur latið hánt um lemjandi atfinningar, sum fakkøn hava gjørt.
Tunnilsmálið er bert eitt av fleiri málum seinnu árini, sum vísir, hvussu landsstýrið og løgtingið ikki røkja sína uppgávu á fullgóðan hátt. Leygardagin gjørdu vit millum annað vart við, at vit ikki longur góðtaka at lógir verða viðgjørdar í skundi og skrumblaðar ígjøgnum, eins og vit ikki góðtaka, at tað verður arbeitt í loyndum. Leygardagin gjørdu vit okkara samfelagsskyldu. Um tað hjálpir, stendur nú til politisku skipanina at vísa.








