Mikukvøldið vóru allir teir næstan tríhundrað gestirnir á Ung i Norden bodnir til framførslu í høllini á Læraraskúlanum. Hvørt land hevði fyrireikað nakrar framførslur heimanífrá, og flestu londini bjóðaðu veruligar perlur av tónleiki, dansi og sjónleiki. So tað var ein fullsett læraraskúlahøll, ið við rungandi lógvabrestum fagnaði ungu listafólkunum, sum vísti kynstir síni næstu tríggjar tímarnar. Hetta var fyrsta umfarið av framførslum og verða fleiri hóskvøldið.
Á skránni hetta kvøldið vóru londini: Føroyar, Danmark, Ísland, Noregi, Áland og Finnland, og vóru sjálvsagt summi, ið skaraðu framúr og har tað veruliga kom til sjóndar, at talan er um evnaríkar og áhugaverdar ungdómar. Eitt nú kunnu vit nevna danska innslagið, sum millum annað var ein ógemeina góður filmur, Kaffeterror, sum næmingar á Filmskúlanum hava gjørt. Vónandi ferð at bera til at leggja hann út á portalin, so øll kunnu síggja hann. Ísland vísti okkum eina øðrvísi og eitt sindur speirekandi, men kortini kjerliga útgáva av søgu landsins, har svørt fólk við hvítum andlitum og hondum mimaðu, meðan ein speakararødd greiddi frá. Úti í gongini aftaná lat í einum dana: Jeg vidste sku ik at Bjørk kom fra Island.
Við hvítmálaðum andlitum og hondum vísa tey okkum alla søgu Íslands. Framúr væl frágingið og fyrireikað niður í minstu smálutir.