Heitur sjógvur elvir til ræðuligt veður

Heystveðrið í Italia, Sveis og Frankaríki hevur verið út av lagið vánaligt seinastu dagarnar, og fleiri eru dripin eftir nógva regni og hvassa vindin.

 

Heystveðrið í Italia, Sveis og Frankaríki hevur verið út av lagið vánaligt seinastu dagarnar, og fleiri eru dripin eftir nógva regni og hvassa vindin.


Orsøkin er óvanliga ógvusliga veðrið er, at Miðalhavið er óvanliga heitt í ár.

Tað sigur veðurlagsserfrøðingur hjá DR, Jesper Theilgaard, við donsku heimasíðuna hjá DR í dag.


Vatnið er áleið trý hitastig hægri enn vanligt er. Og tað er sera nógv orka í tí heita vatninum, sum elvir til djúp lágtrýst og harvið nógvan vind og nógv regn.


Í Frankaríki doyðu minst seks fólk tá stormur var í gjár. Í Sveis siga myndugleikarnir, at suðurpartinum av landinum vóru millum 50 og 70 mm í regni leygardagin, og har eru í minsta lagið tvey fólk deyð orsaka av hesum.

Sambært veðurfrøðingunum hjá DR fer ringa veðrið at halda fram í hesum londum komandi dagarnar.