2 persónar
500 g frísk pasta (kryddra)
Sós:
250 g av frísk sjampignon
3 fet av hvítleyki
1 dl av hakkaðum persillu
125 g av rækjum
2 dl av súrróma 38%
½ dl av parmesanosti
Oregano og salt
Olivenolja
Kóka pastuna.
Svitsa sjampignon saman við tí pressaða hvítleykinum.
Lat persillu og rækjurnar í blandingina og lat síðan simra í 5-7 minuttir.
Koyr súrróman í saman við tí rivna parmesanostinum, og lat nú alt simra eina løtu, til tað fær ein kremutan konsistens.
Servera við pasta, ruculasalat og italskum breyði.