Heitur málskjútti

Vanliga verður tikið til, at tað er kalt á toppinum. Men á føroyska máltindinum er Sorin Anghel glóðheitur í løtuni

Málskjútti

Hóast tað neyvan heldur verður til heiðursmerki í ár, so stendur EB/Streymur aftur í ár við møguleikanum at eiga besta málskjúttan í landinum. Í fjør var tað Sonni L. Petersen, sum fekk gylta skógvin frá Adidas, og í ár er tað so Sorin Anghel, sum stendur við møguleikanum.
Og skal metast eftir, hvussu formurin hjá ymsu álopsspælarunum er, so er einki at ivast í, at Sorin er tann, sum stendur við besta møguleikanum. Við ellivu málum í seinastu seks dystunum er hann í løtuni gløðandi heitur, og tað er einki undur í, at áskoðararnir á Mølini eru farin at geva honum eyknevnið »Skorin«.
Her er aktuella røðin hjá Sorin:

21. august
Sorin eigur tvey av málunum, tá EB/Streymur enn einaferð tekur alt í Klaksvík. Hesa ferð við einum 4-2 sigri.

27. august
Mest sum einsamallur er Sorin maður fyri at geva Heine Fernandez sekkin, tá hann skjýtur reint hat-trick í heimadystinum móti HB. Ein dystur, sum EB/Streymur vinnur 4-0.

11. september
Sjálvandi er Sorin at finna millum málskjúttarnar, tá EB/Streymur í einum merkisverdum dysti vendir 0-2 til 5-2 í útidystinum móti NSÍ.

21. september
Sorin Anghel skjýtur fyrsta málið, tá TB verður sent suður við einum 0-3 tapi í útsetta dystinum á Mølini.

25. september
EB/Streymur tapir 1-2 á heimavølli móti B36, men málinum stendur Sorin Anghel kortini fyri, tá hann javnar til 1-1.

2. oktober
Sorin Anghel ger reint hat-trick, tá EB/Streymur vinnur 5-1 í Gøtu.