Í heitum "potti" umborð á Gadusi

Gadus, sum nú fiskar í russiska partinum av Barentshavinum, hevur knappliga hálva last, eftir at teir hava fiskað í ein góðan mánað.

Tað er stuttligt at síggja, at fiskimenn, hóast langt av landi skotnir, duga at hugna sær í fríløtum. Hetta er ein slík løta umborð á trolaranum, Gadusi, sum fiskar í Barentshavinum.

 

Tað er ungi maðurin, Gullak Fróði Gullaksen, sum hevur lagt hesa frálíku mynd út á sína Facebook-síðu. Tríggir ungir menn í einum heitum fiskakari, sum stendur á bátadekkinum.

 

- Vit fóru úr Føroyum 23. mars. Vit hava fiskað í ein góðan mánað, og nú líður væl til hálva last. Vit eru lidnir við okkara kvotu í norska partinum av Barentshavinum og eru nú í russiskum sjógvi.

 

Gullak Fróði Gullaksen sigur við In.fo, at menninir á myndini eru í einum heimagjørdum, heitum "potti" í kuldanum úti. Jú, tað eru eisini stuttligar løtur umborð, leggur hann aftrat.