Heitu pottarnir eitt stórt hit!

Tá ið ein kemur inn á tjaldingarøkið á Akursmørk, følir ein við eitt at tað er her fólk hugna sær. Økið er sera hugnaligt, veðrið er avbera gott, og allastaðni tú hyggur sært tú fólk sita og flenna og hugna sær.

Sum nakað nýtt í ár, eru heitir pottar og sauna á tjaldingarøkinum hjá Summarfestivalinum, og tað sæst væl, at hesir verða nýttir til fulnar.

Tað vóru ikki so nógv og vitjaðu pottarnir í gjár, men í dag hava mong verið. Pottarnir vóru tendraðir kl 11 í morgun, og kl 17 høvdu yvir 50 fólk verið.

- Beint nú eru ikki so nógv fólk í pottinum, men saunai er heitt, pottarnir klárir, og fólk kunnu bæði spulast og leypa í tað kalda kari, so tað er bara at koma, sigu Hans Kristian Eyðunsson Hansen, ið tekur sær av pottinum.

Beint nú eru Hans Jákup Johansen, Bárður Johannessen, Eystein Joensen og Hans Petur Olsen í einum av pottinum, og her hava teir hugna sær í tveir góðar tímar.

- Tað einasta sum manglar her við pottinum er, at man ikki kann leypa á sjógv sum á G!, sigur Bárður Johannessen. Tó leggja teir allir afturat at pottarnir eru heilt fantastiskir, og um teir eru við næsta ár, ætla teir sær heilt víst at fara aftur.