Hóast tað bara er hósdagur á G!, kann longu sláast fast at pottarnir aftur í ár eru eitt rimmar hitt.
- Longu kl 9.55 varð bíðirøð eftir sandinum til pottarnir, og hóast onkur lítil steðgur hevur verið í , hava fólk verið her alla somlu tíðina, sigur Elin Lindenskov.
Tað er Elin sum á hvørjum árið stendur fyri pottinum, og saman við teimum hon hevur afturat sær, hevur hon verið á G! Alla vikuna, og fyrireika pottarnir.
Pottarnir eru heilt ótrúliga nógv nýttir, Elin vildi mett meira enn í fjør.
- Vit arbeiða ímóti hesum mestsum alt árið, og longu mánadagin varð byrja at seta pottarnir upp, sigur Elin, og metur at tað hava verið enn fleiri fólk og vitja pottarnir enn tað vóru um hetta mundið í fjør.
Tað er fantastiskt veður her á Gøtusandi, og í løtuni eru tað fimm vinmenn, sum nevnast John Reid Nybo,Tórur Mikkelsen, Hjalmar Johannussen, Kim Joensen og Eyðun Ólavur Sørensen, ið hugna sær í pottinum.
- Hvørja fer vit eru á G! eru vit í pottinum, tað er eitt must fyri okkum, sigur Eyðun.
Pottarnir verða opnir líka til kl 23 í kvøld, so tað er bara at koma oman ein túr, heilsa starvsfólkini við pottin.