Aksel V. Johannesen vísti í nýggjársrøðuni á týdningin, sum sjálvboðið arbeiði hevur fyri samfelagið – ikki minst í einari tíð, har rákið er eitt annað.
- Tíverri liva vit í eini tíð, har rákið er eitt annað. Eini tíð, har menniskjað hevur lyndi til at taka heldur enn at geva. Eini tíð, har vit krevja meira, samstundis sum vit vilja lata minni. Vit eiga at vera tilvitað um hetta rákið. Tí mugu øll, sum kunnu, taka eitt tak, segði løgmaður í nýggjársrøðuni.
- Tíbetur eru nógvir føroyingar, sum gera júst tað. Einstaklingar, felagsskapir, fyritøkur og samkomur gera dagliga eitt stórt arbeiði. Tey bera fíggjarliga sperdum mat. Vitja tey einsamøllu. Hjálpa neyðstøddum úti í heimi. Geva fólki við skerdum møguleikum ein kjans. Hjálpa útlendingum at finna stevið í samfelagnum.
- Nógv fólk geva av sínum ríkidømi og sínari tíð, har tey síggja ein tørv. Tey bíða ikki, til tey verða biðin um hjálp. Og tey gera tað ikki fyri at fáa nakað afturfyri. Hetta verður gjørt av heitum hjarta.
- Heitu hjørtuni eru grundarsteinarnir undir okkara vælferðarsamfelagi. Aldagamla føroyska grundhugsanin um, at vit mugu tryggja tey veikastu, hevur altíð staðið sterk millum føroyingar. Hon er eisini lagað inn í okkara skipanir ígjøgnum fleiri ættarlið, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.










