Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini halda fram, aftaná at semingsmaðurin í dag heitti á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Vinnuhúsið skrivar, at semingsmaðurin tók avgerðina, tí hann metti at partarnir ikki vóru komnir nóg langt í samráðingunum.
Samráðingarnar halda sostatt fram, og sáttmálarnir eru longdir til í annaðkvøld, 9. mai á midnátt, skrivar Vinnuhúsið.
Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini byrjaðu 19. mars, tá partarnir handaðu krøvini.