Meðan Norður- og Vesturevropa hava kølið summarveður, stríðast fólk nógvastaðni í Suðurevropa við eina rættiliga hitabylgju. Tað byrjaði í Grikkalandi og á Balkan, men nú hevur hitin breitt seg longri vestur.
Í býnum Amendola jar suðuri í Italia komu hitamátararnir upp á 41,2 stig í gjár. Fyrr í vikuni vóru 40,0 stig í bosniska býnum Mostar, og 2. juli vóru 41 stig í Wien.
Veðurstovurnar siga, at tann nógvi hitin í Suðurevropa heldur fram vikuna út, og at tað verða tætt við 40 stig í Suðuritalia, Grikkalandi, Suðuritalia og í Turkalandi.










