Um vikuskiftið var nýggjast klædnamótin sýndur fram á mótasýningum í Klaksvík. Mótasýningarnar vóru í sambandi við sølustevnuna, sum var í KÍ-høllini.
Nógv fólk vóru til mótasýningarnar, sum vóru bæði leygardagin og sunnudagin, og tey sóu, hvussu tað ber til at lata seg í ? frá innast til uttast.
Bæði børn og vaksin sýndu klæði fram, og tað vóru klæði av alskyns slagi at síggja. Litirnir vóru ikki so sterkir, sum teir plaga at vera um summarið, men klæðini vóru snøgg og fyri ein stóran part klassisk.
Hinvegin var eisini sumt, sum tað helst krevur eitt sindur av dirvi at lata seg í.
Myndareportasja er í Sosialinum mikudagin.