Heitt kjak í Leirvík

Klokkan er farin av hálvgum tíggju mikumorgunin. Tríggir dagar eru eftir, til krossurin skal setast fyri ella ímóti samanlegging millum Leirvíkar og Gøtu kommunu.
- Hvat kunnu teir bjóða okkum? Vit kunnu bjóða teimum sólarkaffi. Tað einasta teir kunnu bjóða okkum er eitt G! armband.


Í kaffistovuni á Statoilstøðini í Leirvík sita menn og drekka kaffi, meðan prátið gongur. Í dag er prátið um kommunusamanlegging, líka sum tað hevur verið nógvar av undanfarnu døgunum.
- Eg síggi ongan fyrimun við at leggja saman. Vit klára akkurát tað sama sjálvir.
Eftir øllum at døma, eru leirvíkingar meira ósamdir um spurningin enn gøtufólk eru.
Bygdarfólkið eftirlýsir visiónum og ætlanum fyri, hvat ein samanlegging fer at innibera fyri bygdirnar báðar.
- Vit vilja gjarna vita, hvat kommunurnar ætla at brúka samanleggingina til. So kundu vit tikið støðu til, um hetta ikki er nakað, vit kundu gjørt einsamøll, sigur ein leirvíkingur.
Starvsfólkið á kaffistovuni eru ikki á einum máli um, hvat er best at gera.
- Eg síggi ongan fordeil. Teir vilja hava okkum uppí, bara tí teir skulu byggja Gøtudal út.
- Gøtudalur verður bygdur út, sjálvt um vit ikki eru við.
- Vit kunnu bíða til seinni, tá vit noyðast at leggja saman.
- Hví kunnu vit ikki bara sjálvi leggja saman nú? Eg eri so fyri!
 
Fólkið í kaffistovuni skiftist út. Kaffipausan hjá nøkrum er liðug, meðan onnur koma til.
Ein gøtumaður er millum leirvíkingarnar ið koma inn, og teir sum sita við borðini siga argandi.
- Kemur ein gøtumaður her? Vit vilja ikki síggja gøtumenn.
Helst var hetta sagt í skemti, tí gøtumaðurin sær út til, at føla seg væl til passar. Hann setir seg mitt ímillum leirvíkingarnar og er við í prátinum, sum skjótt skiftir kós og endar inni á fótbóltinum.
- Leirvíkingar hava ofta spælt í Gøtu, eingir gøtumenn hava nakrantíð verið her.
- Eg minnist fyrstu ferð eg sá Hans Mourits í GÍ klæðum, tað sá út sum hann var farin í krígsklæði.
- Nú verður tað nokk vøllurin í Gøtu sum skal brúkast, so verður tann í Leirvík nokk niðurlagdur.
- Hvar munnu vit skula velja? Í GÌ húsinum?
- Eg dugi ikki at síggja, hví tit skulu blanda GÍ og LÍF uppí hetta. Tey fara altíð at vera hvør sítt!
 
Nógvir leirvíkingar hava enn ikki tikið eina støðu, og ein av størstu orsøkunum tykist at vera, at tey halda seg hava fingið ov lítið at vita frá kommununi, um ætlaðu samanleggingina.
- Tey hava arbeitt við hesum í langa tíð. Eg haldi at tað er rættiliga vánaligt, at vit skulu hoyra um ætlanirnar um samanlegging sum slatur í onkrum handli í Fuglafirði.
Ónøgd er eisini millum bygdafólkið um, at tað er so stutt skotbrá, frá at tey hava fingið at vita um samanleggingina, til fólkaatkvøðan skal vera.
- Fundur var týsdagin, og nú skulu vit longu atkvøða leygardagin. Tað virkar, sum tey royna at pressa hetta ígjøgnum. Vit fáa ikki ordiliga tíð, at seta okkum inn í fyrimunirnar og vansarnar við samanleggingini, sigur ein leirvíkskona.
 
Nei-røddirnar eru flestar og tosa harðast á Statoilstøðini. Men hóast ja-røddirnar ikki hoyrast so væl, merkir tað ikki, at tær ikki eru til staðar. Ein av leirvíkingunum heldur at samanleggingin er eitt gott uppfinnilsi.
- Um vit skulu leggja saman við nøkrum, so skal tað vera við Gøtu.