Heitt í dag men kalt í nátt

Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum fer spakuliga í ein sunan og viknar. Køld luft streymar sum frá líður inn yvir okkum av norðri og seinni eystri. Mikudagin leggur eitt veikt hátrýst seg væntandi yvir suðurnoregi, meðan eitt lágtrýst vestan fyri ella nærindis Skotlandi førkar seg eitt vet í ein útnyrðing.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum í nátt fer í ein útnyrðing og øtlar í gul til stívt andøvsgul. Samdrigið og ælaveður. Hitin í dag millum 4 og 7 stig, í nátt niður í 1 stig.

 

Pálmasunnudag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, seinni av landnyrðingi og eystri. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Mánadagin og týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mikudagin og skírisdag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina niður móti frostmarkinum og í støðum frost.