8. umfar var orduliga dagurin hjá toppliðnum HB. Høvuðsstaðarfelagið vann trivaligan 4-0 sigur í torføra útidystinum við Løkin í Runavík. NSÍ venjarin Abraham Løkin gav í samrøðu við Rás2 til kennar eftir dystarlok, at honum ikki líkaði, at teir HB spælararnir, ið vóru orsøk til, at NSÍ toppskjúttin Klæmint A. Olsen og NSÍ málverjin Kristian Joensen fóru skaddir av vøllinum, ikki vóru sektaðir fyri samanbrestirnar, sum vóru orsøk til skaðarnar.
Oddbjørn Joensen, HB venjarin, var als ikki samdur við NSÍ venjaran, sum hann metti átti at verið sektaður fyri at hava lagt eftir sínum monnum.
-Tað er upp til dómaran at gera av, og hetta hevði einki við svínskar taklingar at gera, helt HB venjarin, sum helt, at dómarin átti at havt steðgað øðrum ónollum.
-Tað er einki at lasta spælarunum fyri. Dómarin stýrir, og tað er upp til hann at gera av, hvussu hart tað verður spælt.
Samstundis sum HB vann trivaligan og sannførandi sigur á útivølli ímóti NSÍ, so megnaði Víkingur, sum undan hesum umfarinum var næstovast, ikki at vinna úrtøku á útivølli ímóti TB. Poul Ingason skoraði avgerandi málið.
KÍ var frammanfyri 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, men so gekk tað í eina løtu, sum tað plagar. Camara skoraði tvær ferðir fyri 07Vestur, og so var javnt. KÍ megnaði tó at svara aftur, og harvið er KÍ næstfremst.
Meistararnir í EB/Streymi hava ikki staðið seg væl í fyrstu umførunum, men í glapp hjá heimaliðnum við Margáir. Botnliðið AB varð sent til hús við 6-0 tapi.
ÍF var undir 1-0 í Gundadali ímóti B36. So skoraði Øssur Dalbúð tvær ferðir eftir lítlari løtu, og harvið vóru fuglfirðingar á sigurskós. Men fram ímóti endanum javnaði B36 við brotssparki. Rasmus Dan Sørensen avloysti longu í 1. hálvleiki skadda Lukasz Cieslewicz. Rasmus legði B36 framum, og hann tiltuskaði sær brotssparkið, sum Róaldur Jacobsen umsetti til 2-2.
8. umfar
TB-Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Poul Ingason 78.
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Ivan Stojkovic - Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar Nidiour, Teitur Justinussen Rógvi Joensen, Martin Tausen, Nicholas Ferenc Diverdics, Ndende Adama Guéye, Aron Sørensen - Poul Ingason
Gult kort: Ndende Adama Guéye, Babacar Ndiour
Víkingur: Elias Rasmussen Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Jann Ingi Petersen, Filip Djordjevic Hjartvard Hansen (Heðin Hansen, 69.), André Olsen (Bergur Gregersen, 83.), Kaj Leo í Bartalsstovu Finnur Justinussen
Gult kort: Hjartvard Hansen
B36-ÍF 2-2 (1-0)
1-0: Rasmus Dan Sørensen 44.
1-1: Øssur Dalbúð 71.
1-2: Øssur Dalbúð 73.
2-2: Róaldur Jacobsen br 83.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Martin Pedersen (Robert Heðin Brockie, 71) Hørður Askham, Símun Joensen - Høgni Midjord, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Lukasz Cieslewicz (Rasmus Dan Sørensen, 35.), Adeshina Lawal
Gult kort: Tórður Thomsen, Martin Pedersen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Ári Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen, Aleksandar Jovevic, Nenad Saric (Áki Petersen, 27.) - Øssur Dalbúð, Clayton Soares (Heri Nesá, 18./Poul N. Mikkelsen, 80.)
Gult kort: Høgni Zachariassen, Bartal Eliasen
EB/Streymur-AB 6-0 (2-0)
1-0: Leif Niclasen 31.
2-0: Levi Hanssen 38.
3-0: Gert Hansen 59.
4-0: Leif Niclasen 75.
5-0: sjálvmál 82.
6-0: Leif Niclasen 90.+1.
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus (Jónstein Magnussen, 90.), Rógvi Egilstoft Nielsen, Jóhannes Hansen Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen (Niels Pauli Danielsen, 80.) - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen (Hanus Olsen, 84.)
Gult kort: Hanus Olsen
AB: Símun Rógvi Hansen Jobin Drangastein (Bjartur Kjærbo, 60.), Hørður M. Mohr, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Mikkjal Hentze, Jónas Stenberg, Leivur Holm Joesnen (Dion Splidt, 55.), Gert Drangastein - Rógvi Poulsen (Dan Petersen, 70.), Ahmed Keita
Gult kort: Beinir Ellefsen
NSÍ-HB 0-4 (0-2)
0-1: Símun Samuelsen 13.
0-2: Gunnar Haraldsen 45.
0-3: Símun Samuelsen 65.
0-4: Christian R. Mouritsen 74.
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Kristian Joensen (Pætur Høj, 45.) Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv Karl Løkin, Andras Frederiksberg Jann Martin Mortensen, Magnus Olsen (Sjúrður Jacobsen, 74.), Árni Frederiksberg Klæmint A. Olsen (Andy Olsen, 38.)
Gult kort: Jens Joensen,Jann Martin Mortensen, Einar Tróndargjógv, Karl Løkin, Árni Frederiksberg
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen (Tróndur Jensen, 80.), Kristin R. Mouritsen (Bárður Olsen, 67.), Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 63.)
Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen, Símun Samuelsen
KÍ-07Vestur 5-2 (1-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 9.
2-0: Álvur F. Christiansen 60.
2-1: Ibrahima Camara 62.
2-2: Ibrahima Camara 73.
3-2: Heðin Klakstein 80.
4-2: Hjalgrím Elttør 87.
5-2: Henry Heinesen 90.
Dómari: Páll Augustinussen
KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen (Kristoffur Jakobsen, 15.), Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen, Ivan Joensen (Henry Heinesen, 75.) - Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Johan Jacobsen (Heðin Klakstein, 79.)
Gult kort: Ivan Joensen
07 Vestur: Andras Gango Petur G. Dalbø (Jákup Olsen, 67.), Emil Mikkelsen, Eli Falkvard Nielsen, Torstein Mýlingstind (Hørður H. Johansen, 85.) - Jovan Radinovic-Panic, Evrard Blé, Gunleif Olsen- Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus
Gult kort: eingin
Støðan eftir 8. umfar
HB 20 stig
KÍ 15 stig
Víkingur 13 stig
ÍF 12 stig
B36 11 stig
NSÍ 11 stig
TB 10 stig
EB/Streymur 8 stig
07Vestur 6 stig
AB 1 stig
9. umfar
10. mai
Víkingur-KÍ
12. mai
07Vestur-AB
EB/Streymur-B36
HB-TB
ÍF-NSÍ
----
LIÐUGT
0-4
<strong85)</strong> 0-4: Chritian R. Mouritsen
Tað gongur sum eftir ánni hjá HB. Eitt er, at leiðslan nú er 4-0 við Løkin í Runavík. Hitt er, at kappingarneytarnir til oddasessin ikki tykjast vina fulla útrøku í dag. Harvið verður fjarstøðan frá toppliðnum og aftur til næsta kappingarneytan uppaftur størri, enn hon longu undan dystarbyrjan í dag var.
0-3: Símun Samuelsen
So hevur HB økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0. Enn eina ferð er tað Símun Samuelsen, sum hevur skorað. Hesa ferð var tað eftir innlegg úr vinstru frá Santos.
70) 0-2
HB hevur tak á tí, og tað er í løtuni einki, sum bendir á, at toppliðið ikki skal vinna fulla úrtøku.
HÁLVLEIKUR
0-2
0-2: Gunnnar Haraldsen
Stutt undan steðginum er HB leiðslan tvífaldað. Eftir hornasparksinnlegg hevur miðverjin Gunnar Haraldsen sett bóltin í málið aftanfyri NSÍ eykamálverjan Pætur Høj. Tað skal nógv venda øðrvísi enn nú um ein tíma, um oddaliðið ikki skal hava øll stigini við sær suður aftur í høvuðsstaðin!
45) 0-1
Tað er synd at siga, at tað gongur væl hjá NSÍ. Nú er málverjin Kristian Joensen farin skaddur av vøllinum. Hann varð skaddur, eftir samanbrest við Kristin R. Mouritsen hjá HB. Pætur Høj er komin í NSÍ málið. Langi steðgurin bre við sær, at fleiri minuttir eru lagdir aftrat 1. hálvleiki.
40) 0-1
Støðan er framvegis 1-0 til HB. Fyritreytirnar hjá NSÍ eru ikki betraðar, nú toppskjúttin Klæmint A. Olsen er borin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Andy Olsen, sum eisini plagar at vera málsøkin.
20) 0-1: Símun Samuelsen 18.
Fróði Benjaminsen vann bóltin á miðvøllinum og spældi Símun Samuelsen leysan í vinstru. Av brotsteigarmarkinum í vinstru legði landsliðsspælarin bóltin í handara horn.
NSÍ-HB kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Kristian Joensen Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv Karl Løkin, Andras Frederiksberg Jann Martin Mortensen, Magnus Olsen, Árni Frederiksberg Klæmint A. Olsen
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum
------------
LIÐUGT
6-0
90) 6-0: Leif Niclasen
Tað gjørdist tennisúrslit við Margáir,og stóri maðurin var Leif Niclasen, sum staðfesti 6-0 sigurin, tá ið hann skoraði fyri triðju ferð!
75)
5-0!!
Tað gongur sum eftir ánni hjá EB/Streymi, og AB er illa spert við Streymin. Nú er støðan 5-0. Fyrst var tað Leif Niclasen, sum skoraði fyri aðru ferð í dag, og so var tað Hans Pauli Samuelsen, sum økti um heimaleiðsluna, so hon er 5-0!
55) 3-0: Gert Hansen
Hans Pauli Samuelsen legði fríspark innfyri frá hornaflagginum í høgru, og vongverjin tveitti seg fram og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
2-0
40) 2-0: Levi Hanssen
Enn eina ferð hevur Leif Niclasen gjørt um seg. Hesa ferð átti hann uppspæli, og Levi Hanssen setti bóltin í málið.
EB/Streymur hevði yvirvág fyrstu løtuna, men so svaraði AB aftur. Argjamenn hava havt bóltin á tvørtrænum aftanfyri René Tórgarð, men tað er heimaliðið, sum hevur skorað málini.
35) 1-0: Leif Niclasen
Meistararnir hava lagt seg á odda. Málskjútti var Leif Niclasen, sum í dag aftur er í álopinum, eftir at hann í nakrar dystir hevur verið á vinstra vongverja.
EB/Streymur-AB kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jóhannes Hansen Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
AB: Símun Rógvi Hansen Jobin Drangastein, Hørður M. Mohr, Rói Danielsen,Leivur Holm Joensen, Beinir Ellefsen - Mikkjal Hentze, Jónas Stenberg, Leivur Holm Joesnen, Gert Drangastein - Rógvi Poulsen, Ahmed Keita
------
LIÐUGT
5-2
90) 5-2: Henry Heinesen 90.
Innskifti Henry Heinesen hevur staðfest rimmar heimasigurin í Klaksvík.
90) 4-2: Hjalgrím Elttør 87.
So er neyvan nakar ivi um, at KÍ í dag fer at vinna fulla úrtøku. Liðformaðurin Hjalgrím Elttør hevur skorað, so nú er 4-2.
85) 3-2: Heðin Klakstein
Ílla sperda KÍ hevur orduliga lagt trýst á málið hjá 07Vestur. Heðin Klakstein var júst komin á vøllin, tá ið hann skoraði. Síðani hevur KÍ havt bóltin á tvørstongini aftanfyri Andras Gango, sum hevur verið sera stinnur.
70) 2-2: Camara 68.
So hevur 07Vestur javnað í Klaksvík. Eftir hornaspark heilfluktaði Camara bóltin í málið!
65) 2-1: Camara 63.
Vágamenn hava ikki givið skarvin yvir í Klaksvík. Tríggjar minuttir eftir, at KÍ hevði økt um leiðsluna til 2-0, hevur 07Vestur skorað. Camara sendi við høvdinum bóltin í málið, eftir at Tór-Ingar Akselsen hevði lagt bóltin innfyri.
60) 2-0: Álvur F. Christiansen 60.
Klaksvíkingar hava økt um leiðsluna, so hon nú er 2-0. Hesa ferð var Álvur F. Christiansen málskjútti, eftir at Andras Gango í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað skoti frá Hjalgrími Elttør. So er spurningurin, hvussu tað verður í dag hjá KÍ, sum seinastu vikuna tvær ferðir hevur verið frammanfyri við tveimum málum!
HÁLVLEIKUR
1-0
KÍ legði bragdliga fyri, men síðani hevur spælið javnað seg. 07 vestur hevur eftir horna havt risa møguleika, men Camara sendi bóltin í stólpan.
10) 1-0: Páll A. Klettskarð 10.
Klaksvíkingar hava havt bóltin mesta partin av tíðini, og teir hava longu havt upplagdar málmøguleikar. Páll A. Klettskarð setti hol á, tá ið hann eftir langa framlegging, og eftir at Álvur F. Christiansen við høvdinum hevði lagt bóltin upp ´´a tvørs, við innaru síðuni stýrdi bóltin inn um Andras Gango.
KÍ-07Vestur kl. 15.00
KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen, Ivan Joensen - Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Johan Jacobsen
07 Vestur: Andras Gango Petur G. Dalbø, Emil Mikkelsen, Eli Falkvard Nielsen, Torstein Mýlingstind - Jovan Radinovic-Panic, Evrard Blé, Gunleif Olsen- Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus
------
LIÐUGT
1-0
90) 1-0
Víkingur roynir at leggja langar sendingar fram til Finnur Justinussen, men tað hepnast ikki so væl, eisini tí at roynda TB verjan megnar so væl at seta rangstøðufelluna.
80) 1-0: Poul Ingason 78.
So hevur TB fingið úrtøku burturúr yvirvágini. Nicky legði innfyri, og enn eina ferð vísti Poul Ingason, at hann er sera vandamikil álopsspælari. Tað er ógvuliga gott lag millum heimaáskoðararnar við Stórá!
60) 0-0
Tað er framvegis málleyst við Stórá. Heimaliðið hevur havt fleiri spentar støður eftir horna, og veteranurin Óli Johannesen hevur verið heilt tætt við.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
Tað hevur gingið javnt á, og spentar støður hava verið frammanfyri bæði málini. Síðstu løtuna undan steðginum hevur TB havt fleiri hornaspørk upp í slag, men tað hevur ikki eydnast at skora.
30) 0-0
Tað hevur gingið javnt á við Stórá, har Víkingur við 16 ára gamla Elias Rasmussen í málinum vitjar.
TB-Víkingur kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Ivan Stojkovic - Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar Nidiour, Teitur Justinussen Rógvi Joensen, Martin Tausen, Nicholas Ferenc Diverdics, Ndende Adama Guéye, Aron Sørensen - Poul Ingason
Víkingur: Elias Rasmussen Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Jann Ingi Petersen, Filip Djordjevic Hjartvard Hansen, André Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu Finnur Justinussen
-----
LIÐUGT
2-2
85) 2-2:Róaldur Jacobsen br
So er javnt í Gundadali. B36 hevur skorað við brotssparki. Miðvallarin Róaldur Jacobsen skoraði úr ellivu metrum, eftir at Rasmus Dan Sørensen varð feldur í brotsteiginum.
75)
1-2
ÍF hevur orduliga gjørt um seg í Gundadali, og tað er serliga Øssur Dalbúð, sum hevur verið eyðsýndur. Eftir lítlari løtu hevur hann bæðí javnað til 1-1 og lagt fuglfirðingar framum, so støðan nú er 2-1 til ÍF!
HÁLVLEIKUR
1-0
1-0: Rasmus Dan Sørensen
Nú teir eru farnir at hvíla seg, er heimaliðið á odda. Rasmus Dan Sørensen, sum kom á vøllin fyri Lukasz Cieslewicz, hevur sett bóltin í netið.
B36-ÍF KL. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus