Samferðsla
? Eg havi sagt tað ferð eftir ferð, men eg kann siga tað einaferð afturat: Tað er púra høpisleyst at tosa um at hækka ferðaseðlaprísin á Smyrli munandi og at lækka túratalið.
Hergeir Nielsen, einasti løgtingsmaður úr Suðuroy í samgonguni ,er alt annað enn fegin um tær ábendingar, sum nú eru komnar um sparingar og príshækkingar hjá Strandferðsluni.
Tað, hann serliga stúrsar yvir, eru fráboðanirnar um, at ferðaseðlaprísirnir við Smyrli skulu hækka eini 20% og at tað hereftir skal kosta 144 krónur við persónbili ímillum Havnina og Suðuroy, afturímóti 120 krónur, sum tað kostar nú.
Somuleiðis heftir hann seg við tosið um sparingar, sum kann føra við sær færri túrar við ímillum Suðuroynna og Havnina, sum er tann leiðin, har sparingar muna mest.
?Vit sleppa neyvan undan at prísirnir hækka. Men eg haldi, at tað er burturvið at hækka prísirnar so nógv á teimum farleiðum, sum frammanundan eru tær dýrastu, ikki minst á suðuroyarleiðini.
? Hinvegin haldi eg, at tað er rættari at at javna prísirnir hjá Strandferðsluni yvir á allar ruturnar, so at tær bíligastu leiðirnar hækka mest og tær dýrastu minst og so at prísmunurin ímillum tær ymsu ruturnar verður minni.
? Tað kann ikki vera ætlanin, at tey, sum hava longstu og strævnastu ferðaleiðina, eisini skulu vera tey, sum skulu betala mest og skulu leggja rygg til tær størstu hækkingarnar.
? Vit mugu somuleiðis ansa eftir at vit ikki áleggja vinnulívinum í útjaðaranum hægri farmagjøld, tí so bløðir tað út.
?Eg havi eisini boðað frá, at verður talan um sparingar, eigur tað at vera leitað á stovninum sjálvum eftir sparingumm, tí har eru lønarútreiðslurnar hækkaðar einar 14-16 milliónir hesi fýra árini.
?At lækka túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina er heilt burturvið, tí teir kunnu ikki vera færri.
enn teir eru.
? Tað gevur onga meining at lækka túratalið, samstundis sum vit royna at bøta um tað alla aðrastaðni við tunlum bæði undir og omaná sjónum.
Hann sigur, at hann hevur heldur ikki fingið nakra ábending um, at túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina skal lækka.
? Tað vóni eg ikki at landsstýrismaðurin finnur uppá. Ger hann tað kortini er tað ein stór provokatión, sigur Hergeir, men hann vil enki siga um, hvar so hendir.
?Eg fari ikki at seta fram kravboð frammanundan. Lat okkum fyrst síggja, hvat hendir.
Heitt á sínar menn
Hergeir Nielsen sigur, at hann veit ikki, hvat úrslitið verður.
? Málið verður viðgjørt í landsstýrinum nú og í skrivandi løtu, sum er hóskvøldið, er ongin tilsøgn givin um príshækkingar.
? Eg havi eisini viðgjørt málið saman við mínum partafólkum í Landsstýrinum og eg havi staðiliga heitt á tey um at vísa størsta varsemi í heusm máli og at ansa væl eftir, hvussu teir hækka prísirnar, tí tað kann ikki vera rætt, at suðuroyingar skulu verða ?prugelknabe? í heusm máli.
?Tað, sum er hent hesi seinastu árini er ikki tað, sum ætlanin var við almennari ferðslu. Í løtuni kostar tað fimm fólkum 188 krónur aftur og fram ímillum Vágar og Havnina í bili við ongum avslátri, men tað kostar 1.000 í bussinum hjá bygdaleiðum og tað og tað kostar 800 krónur ímillum Havnina og Suðuroynna og tað fer kanska hálvtannaðhundrað krónur upp afturat.
Sostatt er tað bíligari hjá fýra fólkum at leiga hýruvogn ímillum Havnina og Vágar , enn tað er at brúka bussin hjá Bygdaleiðum og tað er tann øvugta verð.
Annars heldur samgongumaðurin úr Suðuroy, at tað er skeivt, at prísirnir hjá Strandferðsluni verða viðgjørdir og avgjørdir av embætisfólki og Landsstýrinum.
? Eg haldi, at hetta er so grundleggjandi, at tað eigur at vera Løgtingið, sum ásetir prísirnar, sigur Hergeir Nielsen.
Hann heitir tí á Landsstýrið um at leggja málið um prísirnar á ferðaseðlum fyri Løgtingið, so at tað fær høvi at siga sína hugsan, og har má endamálið verða at gera tað almennu ferðsluna so bíliga, at fólk vilja brúka hana sum tey gera i øðrum londum.
Hann heldur, at tað kann vera løgið, at landsstýrismaðurin leggja seg út í príspolitikkin hjá einum privatum felagið og ávirka tað at lækka prísin, men at hann ikki fáa eitt alment felag sum Strandferðsluna at halda eitt rímiligt prísstøði.
Men um hann fer at krevja málið fyri tingið, fær hann onki sagt um enn, tí hann veit ikki, hvat úrslitið av viðgerðini verður.
? Tað kann ikki vera ætlanin, at tey, sum hava longstu og strævnastu ferðaleiðina, eisini skulu vera tey, sum skulu betala mest og skulu leggja rygg til tær størstu hækkingarnar, sigur Hergeir Nielsen