G! hevur í mong ár havt heitir pottar á økinum, og í ár verða somu pottarnir á Summarfestivalinum.
Í fjør opnaði tjaldingarøkið Akursmørk á bønum við Akursmørk, har ið Silvalandið áður hevur verið. Toymið aftanfyri tjaldingina valdi at gera nógv burturúr, so at tjaldingarøkið skuldi verða eitt upplivilsi í sær sjálvum. Tey serveraðu bíligan mat, høvdu frisørar á økinum, og høvdu bæði stand up og einstaklingaframførslur á tjaldingarøkinum, umframt at økið varð pynta á ein hátt, ið gjørdi tað sera hugnaligt at verða á.
Tjaldingarøkið riggaði so mikið væl í fjør, at ætlanin er at koyra sama stílin í ár. Tó er ætlanin at hava enn fleiri tilboð, og í tí sambandi er avgjørt, bæði at hava heitar pottar, og sauna á økinum.
- Pottarnir og saunaðin er serliga eitt tilboð til tjaldarir, men øll kunnu nýta teir, og alt annað, ið er á tjaldingarøkinum, við at keypa eina gestabillet til økið, sigur Annika Steintórsdóttir, ein av fyrireikarinum aftanfyri tjaldingarøkið.
Spurd um hví Summarfestivalurin hevur valt at hava heitar pottar í ár, sigur Annika, at fólk hava gjørt vart við at tað hevði verið eitt gott hugskot at havt pottar, og nú tá ið tjaldingarøkið er flutt oman á Akurðsmørk, varð hildið at tað var eitt sera gott hugskot.
- Ein pottur er kanska ikki so serligur sum hann var fyri nøkrum árum síðani tá G! hevði pottar av fyrstani tíð, men vit hildu at ein so framkomin festivalur sum Summar Festivalurin eisini átti at hava tað tilboðið, sigur Annika Steintórsdóttir.
Umframt at hava pottar og sauna á tjaldingarøkinum í ár, fara Húsafólk at standa fyri matinum á tjaldingarøkinum, og ímillum framførslurnar á staðnum, verður leikurin Terry'sa Saga eisini vístur.










