Nú tað stundar til summarið, heitir Landslæknin á foreldur um at tryggja, at børnini eru koppsett fyri meslingum, áðrenn farið verður at ferðast. Men eru tað ung og vaksin, sum ikki eru koppsett, heitir hann eisini á tey um at gera tað.
Orsøkin er, at meslingar eru farnir at ganga ymsastaðni úti í heimi, einsvæl og í Evropa og eisini í Danmark.
Higartil eru einir 10.000 tilburðir av meslingum skrásettir í ES og Eftalondum hesa seinastu tíðina.
So ringir hava meslingarnir ikki gingið seinastu 15 árini. Sjúkan hevur rakt allar aldursbólkar, heilt frá reivabørnum næstan til eftirlønaraldur og tað er onki, sum bendir á, at smittan hasar av.
Í Danmar eru nógv tey flestu, sum eru smittað, endað á sjúkrahúsið.
Higartil hevur smittan kortini kravt fýra mannalív ymsastaðni í Evropa, umframt at fleiri hava fingið fylgissjúkur, eisini hættisligar fylgissjúkur.
Landslæknin heitir á foreldur, sum fara at ferðast, eisini í Evropa, um at tryggja, at børnini eru koppsett, áðrenn farið verður avstað.
Í sama viðfangi heitir hann eisini á ung og vaksin, sum ikki eru koppsett, um at lata seg koppseta, serliga nú summarið er við at koma í hæddina við alskyns stevnum og øðrum tiltøkum, har nógv fólk savnast.
Koppseting er eitt tilboð til øll børn, tá ið tey eru 15 mánaðir og tá ið tey eru fýra ár, skulu tey koppsetast aftur, fyrr var tað 12 ár.
Er ein ikki koppsettir sum óviti, er tað ikki ov seint at gera tað sum vaksin, tí tað fyribyrgir meslingum bæði skjótt og væl.
Fyri ung undir 18 ár er koppsetingin ókeypis.