Havandi í huga, at flest øll menniskju her á landi vara av, kenna ella eru vitandi um menniskju, ið hava psoriasis, loyvir Føroya Psoriasisfelag sær at heita á vinnurekandi her á landi við umbøn um peningaligan stuðul. Ikki er tað tí, at vit meta, at vinnurekandi er ein bólkur, ið er serliga væl fyri, men heldur tí, at hesin bólkur betur skilur okkara støðu, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Føroya Psoriasisfelag hevur tey seinastu sjey árini fíggjað viðgerðarferðir fyri okkurt um eitt hundrað sjúklingar til viðgerðarstaðið Bláa Lónið í Íslandi.
At úrslitið fyri sjúklingarnar hevur verið sera gott hevur ført við sær, at Sjúkrahúsverkið hevur játtað at senda fjøruti sjúklingar til viðgerðar yvir eitt tvey ára skeið.
Hetta skeiðið er runnið á heysti í ár og vit vita ikki, hvussu verður við hesum viðgerðarferðum framyvir. Í ringasta føri má felagið aftur taka um endan soleiðis, at vit aftur koma at bera tær fíggjarligu byrðarnar, og við tí fíggjarstøðu felagið nú er í, vil hetta føra við sær, at vit mugu steðga hesum annars so gevandi arbeiði.
At felagið aftur má taka um endan vil føra við sær, at tað ikki í neyðugan mun kann taka lut í tí granskingararbeiði í Nord-PSO høpi, ið byrjað er. Hetta arbeiði, ið lutvíst er stuðlað av Loevens Kemiske Fabrikker, er leitt av leiðandi granskingarmanning úr Norðurlondum.
Felagið fær ongan almennan stuðul. Á hvørjum ári skipar tað fyri lutaseðlasølu, bingo, basari og tombola, men úrtøkan av hesum tiltøkum hevur ikki verið so góð tey seinastu árini, og hetta saman við teim útreiðslum vit hava havt við at virka sum sjúkrahúsverk, hava ført til, at vit peningaliga ikki eru so væl fyri og tí munar allur stuðul, skrivar formaður felagsins, Majgunn Poulsen í tíðindaskrivi.










