Heitir á øll um at stuðla Bjarna og Kristini

Tað er follið mongum fyri hjarta at ætlanir eru um at selja okkara tilfeingi á uppusølu. Gott er at Suðuroyartingmennirnir Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, eru so mikið at sær komnir, at teir standa við sítt og vilja fólki og Føroyum tað besta. Tað eru mong við teimum, ið kunnu síggja út um Excel-arkið og síggja tað katastrofu, ið hetta uppskotið hevur við sær fyri land og fólk. Ein uppusølu av veiðu- og loyvumrættinum verður alt oyðileggjandi fyri alt Føroyaland.

Eisini ein áheitan á øll samgongufólk, um at halda samgonguskjalið, undirskrivaða í Tórshavn 14. september 2015 av Aksel V. Johannesen vegna  Javnaðarflokkin & Høgni Hoydal vegna Tjóðveldi og Poul Michelsen vegna Framsókn.

Eg fari at heita á øll at stuðla teimum báðum Tingmonnunum Kristin Michelsen og Bjarni Hammer í teirra bardaga fyri landið og fólki at gagni.