Ukraina vil hava at Z-merkið verður ólógligt

- Z-merkið ímyndar russisk krígsbrotsverk, bumbaðar býir og í túsundatali av dripnum ukrainum, sigur uttanríkisráðharrin í Ukraina.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, vil nú, at Z-merkið, sum verður brúkt sum stuðul fyri russisku innrásini í Ukraina, verður gjørt ólógligt.

 

Merkið hevur eitt nú verið brúkt á russiskum stríðsvognum og øðrum hernaðarakførum, sum eru við í krígnum móti Ukraina.

 

- Eg mæli øllum londum til at kriminalisera nýtsluna av Z-merkinum, sum er ein háttur at veita almennan stuðul til russisku krígsførsluna í Ukraina.

 

Tað skrivar Dmytro Kuleba á Tvitter.

 

- Z-merkið ímyndar russisk krígsbrotsverk, bumbaðar býir og í túsundatali av dripnum ukrainum. Almennur stuðul til hetta barbáríið eigur at forbjóðast, heldur uttanríkisráðharrin.

 

Í gjár segði týska innanríkisráðið, at fólk, sum brúka Z-merkið fyri at vísa sín stuðul til russisku innrásina, kunnu rættarfylgjast.

 

Myndugleikarnir í Berlin, Bayern og í Niedersachsen hava longu sagt, at nýtsla av Z-merkinum er revsiverd.