Teir seinastu tólv mánaðirnir hava verið so heitir í USA, at tann almenna veðurtænastan hevur ongantíð skrásett eitt so heitt ársskeið tey seinastu 117 árini. Veðurtænastan byrjaði sínar skipaðu hitamátingar í 1895, og tíðarskeiðið frá mai í fjør til apríl í ár er tað heitasta tólv mánaðar skeiðið, sum nakrantíð er skrásett síðani.
Tað stendur í teirri seinastu mánaðarfrágreiðingini hjá NOAAs National Climatic Data Center.
Stovnurin sigur, at seinasta summar var tað sera heitt í fleiri amerikonskum statum. Í juli fór hitin upp um 50 stig, og fleiri fólk doyðu av tí nógva hitanum. Meðalhitin fyri alt landið teir seinastu tólv mánaðirnar var 13,1 stig, og tað er 1,6 stig oman fyri tað vanliga.










