Leirvík: Er ein staddur í Leirvík og ikki sleppur við ella er ov seinur til Ternuna, so nýtist einum ikki at ganga svangur á Leirvíkskei og mala. Tí nú er ein pylsuvognur komin á keiina, sum er opin ávísar tíðir á degnum. Hann liggur næstan fastur í ferjuleguni, so ikki er langt at ganga, um ein gerst svangur í bíðitíðini, sum til tíðir kann gerast drúgv. Í pylsuvogninum selja tey franskar hot-dogs, pyslur við breyð, pizza og sodavatn eisini.
Tað er jugoslavin Velko Gjrgjirski, sum eigur pylsuvognin. Hann og kona hansara fluttu til Føroyar fyri umleið einum hálvum ári síðani. Tey hava búð í Leirvík og arbeiða bæði á fiskavirki. Frammanundan búðu tey í Danmark.
? Tá vit búðu í Danmark, bleiv eg forelskaður í pylsuvognunum av hesum slagnum, sum ein sær nógvastaðni í Keypmannahavn. Eg havi ongantíð beinleiðis arbeitt í einum pylsuvogni, men nú fái eg meg so royndan, sigur Velko, sum lat pylsuvognin upp fyri eini góðari viku síðani. Hann og konan skiftast um at arbeiða har, men Velko sigur, at um undirtøkan heldur fram við at vera líka góð, so fara tey at royna at fáa onkra gentu at arbeiða eisini.
? Vit hava jú eitt arbeiði sum er, og vit kunnu ikki vera í báðum støðum í senn. Eisini hevði tað lætt eitt sindur um hjá okkum, sigur hann.
Pylsuvognurin er komin niðri frá, og Velko sigur, at hann vildi hava júst ein tílíkan, tí honum dámar teir so væl.
? Vit hildu, at tað var so líka til at stilla pylsuvognin har, tí har eru jú ofta svong fólk, sum bíða, sigur Velko. Hann letur væl at gongdini og sigur, at tey selja nógv.
Serliga førararnir á teimum størru bilunum, sum onkuntíð noyðast at bíða upp í fleiri túrar, eru fegnir um pylsuvognin, sum hevur opið frá klokkan 11 til 15 og 17 til 21. Men Velko leggur at enda afturat, at hann hevði kunnað hugsað sær havt hann opnan longri. Men so má eyka fólk til.
Í øllum førum, so hava fólk nú tveir møguleikar at velja í, meðan tey bíða í Leirvík. Tey kunna antin fara niðan á Statoilstøðina, ella tey fara til pysluvognin á keiini at keypa.