Tað eru allir teir politisku flokkarnir samdir um, kom fram á valfundi, Sjúkrarøktarfelagið, Heilsuhjálparfelagið og Heilsurøktarafelagið skipaðu fyri um støðuna í heilsuverkinum.
Tey siga, at nógv dømi eru um, at útveiting hevur verið ein vanlukka fyri brúkaran, tí røktin er versnað, maturin er versnaður og feløg, og minni tíð verður brúkt upp á tann einstaka brúkaran.
Og tað eru flokkarnir eisini ímóti. Eisini flokkar, sum eru fyri at einskilja og útveita alment virksemi, Fólkaflokkurin og Framsókn, halda, at sjúkrarøkt og eldrarøkt, eiga at vera á almennum hondum fyri at tryggja fakliga stigi.
Hinvegin halda teir, at aðrar tænastur kunnu útveitast, eitt nú reingerð, uppgávan at halda bygningar, flutningur, matgerð, og annað - men ikki sjálv røktin, tí fakliga stigið skal tryggjast.
Hinvegin gjørdu bæði Sjálvstýrisflokkurin, Javnaðarflokkurin, og Tjóðveldi, púra greitt, at tey taka ikki undir við útveiting og einskiljing á hesum øki, yvirhøvur, tí tað er ein almenn uppgáva at taka okkum av eldrarøkt og sjúkrarøkt.
- Tjóðveldið heldur ikki, at tað ber til at skilja ímillum ymsar uppgávur á hesum øki, tí eisini reingerðin hevur ómetaliga stóran týdning.
Javnaðarflokkurin staðfestur, at tað er langtsíðani prógvað, at einskiljing og útveiting føra til verri –men dýrari- tænastur, tí privata fyritøkan skal hava vinning.
Serliga í Føroyum eru viðurskiftini so smá, at tað er ógvuliga avmarkað við kapping á nógvum økjum, og tí eru enn verri útlit fyri, at tað fer at verða bíligari.