Áheitan á Umhvørvisstovuna

Nevndin fyri Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) átalar handfaringina av ætlaðu bygnaðarbroytingunum á Umhvørvisstovuni.

BLF heitti í skrivi á leiðsluna á Umhvørvisstovuni um at fylgja starvsfólkapolitikki landsins longu áðrenn endaliga avgerðin varð tikin um at fremja bygnaðarbroytingarnar.

Eins og Starvsmannafelagið og Fakfelagssamstarvið fer BLF við hesum enn einaferð at heita á Umhvørvisstovuna um at fylgja starvsfólkapolitikki landsins og at halda sáttmálaskyldurnar á almenna arbeiðsmarknaðinum í sambandi við ætlaðu bygnaðarbroytingarnar, sigur nevndin í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.