Vágs kommuna bygdi vatnorkuverkið í Botni í 1921. At eingin kanning bleiv gjørd av, hvørji árin hetta hevði á nátturuna er til at skilja. Men tá komið var upp í 1980-árini og SEV fór í holt við Eiði 1 og 3, tá áttu vistfrøðiligar kanningar avgjørt, at verið gjørdar. Men av onkrari orsøk bleiv so gott sum einki gjørt. Eiði 1 og 3 stigini eru liðug, og tey hava kosta yvir hálva milliard krónur. Ein fjórðingur av flatuni av Eysturoynni verður nýtt sum innsavningarøkið av vatni.
Tað ber illa til at siga hvat fyri ávirkan hetta hevur havt á náttúruna, tí hvørki SEV, sum varðar av hesum inntrivum, ella nakar annar hevur gjørt kanningar av hesum. Nei, tað er nú ikki heilt rætt, tí onkrar kanningar eru gjørdar, men tær kunnu millum lítið og einki siga, um hvat fyri ávirkan hetta inntrivi hevur havt á lendið í Eysturoynni.
Tað eru 82 ár síðani verkið í Botni bleiv tikið í nýtslu, og sera nógv er hent síðani tá, ikki minst hvat umhvørvinum viðvíkur. Í dag er tað ein sjálvfylgja, at vistfrøðiligar kanningar verða gjørdar áðrenn (!) tiltøk av hesum slag verða sett í verk.
Fríggjadagin 12. desember skulu umboðsnevndarlimirnir í SEV taka støðu til Eiði 2 stigið í verkætlanini hjá SEV. Eg havi fingið møguleikan, at kaga í frágreiðingina (hóast SEV noktaði mær tá eg spurdi). Eg má siga, at hvat náttúruatlitið viðvíkur, er SEV á nærum sama støðið í dag, sum Vágs kommuna var í 1921!
Tað er skelkandi at síggja, hvussu lítla viðgerð náttúran fær - ikki ein A4 síða verður nýtt til hetta. Har verður víst til eina frágreiðing frá 1983, frá Vandkvalitetsinstituttet, og eina frá 1987, har tann "niðurstøða" verður gjørd um árinið á sjógvin at, "... ilt er at avgera, um nakað árin verður av at byggja vatnorkuna út í Eysturoynni ella ikki ...". Har er einki sum sannførur meg um, at árini á lendið sum verður ávirkað, ikki eigur at kannast gjøllari.
Í Danmark drenaðu teir vátlendi í 1960 og 70-árunum. Nú royna teir at gera tey aftur til vátlendi, tí tað er av stórum týdningi fyri náttúruna og lívfrøðiliga margfeldið. Men striltið gongur, tí tað er sera kostnaðarmikið. Eru vit ikki í holt við at gera tann sama feilin, sum teir gjørdu tá?
Hvørja ávirkan hava Eiði 1 og 3 havt fyri fuglalívið, plantulívið og djóralívið sum heild í økinum - hvat kann væntast av Eiði 2?
Hvørja ávirkan hava Eiði 1 og 3 havt fyri mógvin í økinum? Hevur hetta ført til útlát av vakstrarhúsgass-um úr mógvinium, sum man veit um aðrastaðni - hvat kann væntast av Eiði 2?
Tað eru nógvir spurningar sum eiga at verða settir og svaraðir, áðrenn umboðsnevndarlimirnir kunnu taka støðu til Eiði 2. Tí hvussu skal umboðsnevndin kunna taka støðu til eina útbygging sum hesa, tá árinini av henni als ikki eru kend?
Hetta skriv er ein áheitan til umboðsnevndarlimirnar í SEV, um ikki at taka støðu til málið, fyrr enn tit hava fingið eina gjølla útgreining av tí ávirkan, hetta inntrivið kann hava á náttúruna. Tit kunnu ikki, við góðari samvitsku, játta einari tílíkari útbygging uttan at kenna avleiðingarnar.