Àheitan til suðringar til komandi løgtingsval

    

Petur Johannessen


Undirritaði skal bert gera vart við nøkur fundamental ting, ið veljarin eigur at hava í huga, nú man aftur skal til at taka støðu til hvørt valevni er best skikað til at koma á løgting.
Eg havi í nógv ár í samband við mítt fyrrverandi starv »stjóri á PALM Seafood P/F« heitt á tingmenninar í Vági um at gera nakað munagott við flutningsstuðulin til og frá oynni, tí tað er alt avgerandi fyri, um vit skulu kunnu yvirliva ella ikki, men til fánítis, uttan undantak.
Neyvan hevur nøkur bygd eftur fólkatalinum verið so væl umboðað á tingi sum Vágur hevur verið nógv tey seinastu árini, og neyvan hevur spurts so lítið burturúr, man kann bara hyggja eftir Vági, sum er í svárari kreppu, stórt arbeiðsloysi.
Orsakað av at flutningurin er so kostnaðarmikil til og frá Suðuroynni hava tingmennirnir í Suðuroyar sunnari helvt óbeinleiðis avgjørt at fiskaídnaður og annað virksemi sum heild, sum krevur flutning til og frá oynni ikki í longdini kann verða í oynni, ella sagt við øðrum orðum, ongar íløgur verða gjørdar í oynni í framtíðini, tí tað er bíligari at gera hetta norðanfjørðs, tað er ikki títtleikin á túratalinum tjá Smyrli, sum er avgerandi men kostnaðurin.
Tað eigur at verða sett trýst á tingmennirnir frá lokalbefólkninginum og lokalfeløgunum at tingmennirnir skulu arbeiða saman »tað hava teir ikki gjørt« soleiðis at nøkur ítøkilig úrslit spyrjast burturúr, uttan mun til hvør er í tinganesi og hvønn flokk teir hoyra til, og tikið skal verða saman um minst einaferð um árið ella eftur tørvi, um gerðir er aftan fyri orðini, ella vallyftini eru hildin, so tann siðvenjan ella líkasælan, sum er galdandi og hevur verið alt for leingi verður tileinkisgjørd, nú má okkurt gerast.
Eg sigi hetta, tí eg meti, at ein bygd sum Vágur ikki hevur lív lagað, um ikki kappingarstøðan við restina av landinum verður tann sama, hvør fer at at gera íløgur her, tá avkastið er munandi størri norðanfjørðs, so her burdi verði eitt felagsmál so at siga hjá øllum Suðringum at greiða, so vónandi fara allir tingmenn í Suðuroyarvaldømi at standa saman um oynna og gera sína skyldu og ikki bara ganga í Havn púra anonymir, men syrgja fyri at korini hjá vinnulívinum í oynni verða tey somu sum aðrastani, ella um niðurstøðan verður at tað ikki er meiriluti fyri at farmakostnaðurin við Smyrli verður útjavnaður so hava tingfólkini skildu at siga frá í góðari tíð so suðringar vita, hvat er í væntu, tí so er bert spurningur um tíð nær einki privat vinnulív er eftur í oynni, og restina kann man hugsa sær til.
Tí er tað avgerandi at fáa boðað frá til tey fólk sum bjóða seg at umboða Suðuroynna at antin gera tit nakað, ið munar, ella fær tað fylgir, vit suðringar kunnu ikki sita og hyggja at meðan restin av landinum fær betur fortreytirat arbeiða og virka undir, (undirsjóvar tunlar) og vit sakka bara meiri og meiri afturúr.
Einaferð enn skal er undirstrika, at tað er kostnaðurin til og frá Suðuroy, sum er so ovurhonds høgur, og ikki túratalið (títtleikin), sum er avgerandi hjá vinnulívinum.
Sjálvandi er tað bara gott við fleiri túrum um dagin, og er tað ein sjálvfylgja, at ferafólk úr suðuroy ikki mugu ganga heilan dag í Havn, men at siglt verður minst tvær ferðir, tað skuldi bara mangla, men tað er kostnaðurin, sum er alt avgerandi, fyri vinnulívið.
Gott val.