Hendan skriving hevur verið til lítlan sóma fyri skúlan, og tað er ikki sørt, at bæði starvsfólk skúlans og tey, ið lesa, eru ørkymlað og illa við av hesi skriving. Arbeiðsfriðurin í húsinum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, og eingin veit nakað at siga um framtíð okkara.
Vit, ið undirvísa í Klaksvíkar Sjómanskúla, hava altíð lagt stóran dent á at geva góða frálæru, og afturmeldingarnar frá lesandi hava altíð verið hareftir.
Skrivingin ta seinastu tíðina hevur órógvað okkum og ikki minni tey lesandi meiri enn gott er.
Vit undirvísarar í Klaksvíkar Sjómansskúla vilja tí heita á landsstýriskvinnuna í skúlamálum um geva okkum arbeiðsfriðin aftur – okkum og tygum til sóma, og teimum lesandi at gagni.
Klaksvík, tann 29. mars 2010










