Áheitan til Heðin Mortensen og restina av Tórshavnar kommunu

Eg havi eitt hugskot til tykkum. Hugskotið er ógvuliga einfalt og kann vera við til at prógva, at Tórshavnar kommuna veruliga leggur nakað í tey veiku í samfelagnum og virðir allar borgarar eins høgt

Gongugøtan og miðbýurin í Havn er at rokna sum steindeyður ella í minsta lagi í koma. Og ein orsøk er parkeringsøkið yvirav býráðnum á vaglinum. Eitt parkeringsøki er ikki akkurát tað lívligasta staðið í verðini, men tað er óluksáliga hent at hava hjá fólki... sum hava handikapp.

Men har er eitt problem. Hvussu ofta sært tú ein bil, sum hevur eitt handikapp skelti í bilrútinum standa parkeraðan á einum handikapp plássi? Handikapp plássið er næstan altíð tikið, men tað er tí generelt hava lært at skíta á tey. Hetta er partvís orsakað av signalinum, sum kommunan sendir út til fólkið. Og tá vit menniskju kunnu venja okkum við alt, so er bara at koma við einum boðskapi nóg ofta, tí til seinast skal fólkið nokk byrja at trúgva tí. Hetta eru "hópoyðingarvápnini" í Irak eitt gott dømi um.

Hví er tað altíð 1 útav 10 ella 1 útav 100 plássum, sum er ognað teimum við handikapp? Vil samfelagið vísa, at tey eru "eitt sindur" góð við tey? Og harvið reinsa samvitskuna við at geva teimum ein lítlan bita av kakuni? Hetta minnir um fólk, sum senda ein 100 kr. seðil til eitt barn í Afrika, so tey kunnu anda lætt aftur, hóast tey lættliga høvdu kunna givið fleiri 1000 kr. burtur.

Nå, nú er nokk prædika... her kemur hugskotið. Hví ikki gera øll parkeringsplássini á vaglinum til handikapp parkeringspláss? Um vit taka Tórshavnar kommunu, so mann hon fevna um uml. 20.000 fólk. Um vit siga, at á vaglinum eru uml. 12 parkeringspláss. Eg vildi mett (ella rættari: eg veit), at tað eru fleiri enn 1/1000, sum er handikappaður, men taka vit 1/1000 sum dømi, so haldi eg tað minsta mann kundi gjørt var, at mann gav teimum rímiligar umstøður at parkera. Serliga mitt í býnum!. Sum støðan er nú, so virkar tað sum mann vil hava fólk við handikappi at blíva verðandi í síni holu. Um tey ikki koma úr teirra holum, so gera tey heldur ikki vrøvl. At ignorera og tiga tey burtur... tað má vera tað lættasta. Hvussu kiksað er tað ikki, tá tað hevur størri týdning, at geva borgarstjóranum sítt egna heilaga parkeringspláss, heldur enn at geva fólki, sum hava tørv á eins góð rættindi til. Báðir partar gjalda kommunu skatt... ikki sannheit? Orsaka moral prædiku nr.2. Tað glapp.

Hetta uppskotið krevur ikki meir enn eina spann av máling, so har skal ongin dýrur arkitektur blandast uppí... so tann umberingin riggar ikki.

Men ja, hvat siga tit, sum sita við valdið? Er hetta nakað, sum tiltalar tykkum? Um ikki, so vil eg fegin vita hví?

Hví ikki ganga undan og vísa á, at mann veruliga leggur nakað í tey handikappaðu? Lat tey, sum hava størstan tørv á einum parkeringsplássi fáa tað... og set so teg sjálvan til viks í teir max 5 min. tað tekur at ganga.

Tað er upp til tykkum, um tit velja egoismuna/dovinskap/líkasælu ella veruliga at ganga undan sum kommuna, tá tað ræður um at vísa teimum veiku í samfelagnum, at tey eisini skulu hava loyvi til at vera her.

ps. Eg vóni veruliga ikki, at nakar, sum stillar upp er so ynkeligur, at viðkomandi fer at brúka hetta uppskotið sum valagn.

pps. Eg búgvi uttanlands og lesi ikki tey føroysku bløðini. Um nakar hevur eitt aftursvar, so hevði tað verið gott, um viðkomandi kundi sent tað til hrgar@hotmail.com.