Áheitan á sandingar um at vakna og mótmæla!

Tað munna vera nógv við mær, sum ógvast og harmast av at síggja, at ein aliringur (kanska ikki sóttreinsaður ?) er komin at liggja fyri teym á Sandsvág fullur av fiski. Eftir hvat ein frættir, so er handlað í sera stórum heimildarloysi:

<sum>Ringurin er blakaður á Sandsvág av Atla Gregersen og hansara felag Pf Fútakletti, áðrenn Vinnumálastýrið hevur skrivað loyvi
<sum>Ongin umhvørvisgóðkenning er givin av Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, slíkt er eitt greitt politimál. Tekur ongin Heilsfrøðisligu Starvsstovuna í álvara longur? Slíkt niðurbrýtur autoritetin hjá hesum týdningarmikla stovni.
<sum>Allarhelst hevur P Østergaard, Fiskadjóralækna ikki givið flutningsloyvi til fiskin.
<sum>Sýslumaðurin er ikki kunnaður um, hvat fer fram

Tað er torført at skilja hví Sands bygdarráð hevur viðmælt hesi ørvitisætlan, sum onki fíggjarligt íkast yvirhøvur fer at geva til Sands bygd, tvey arbeiðspláss í mesta lagi. Ein lívfiskastøð, sum ikki er tørvur á. Av óskiljandi orsøkum letur Sands bygdarráð eitt óspilt náttúruøki til gávis til Pf Fútaklett, tápuligt, fyri at siga tað diplomatiskt.

<sum>Sandsvág, Sandsvatn, Gróthúsvatn, áirnar, Húsavík og Dalur eru eitt ótrúliga vakurt og óspilt náttúrutilfeingi, ogn Føroya Fólks og ein av allarseinastu perlunum í Føroyum. Eitt alivirksemi har fer at hava óbótaligan skaða :

<sum>Alingin fer at dálka sandin Heima á Sandi, ein hin vakrasta í Føroyum og verða hann og Mølheyggjarnr ein køstur og vágin verður dálkað av skarni, fóðurleivdum og lýsi.

<sum>Skjótt fer ILA at koma í bæði alifiskin og tann villa fiskin á Sandsvatni og Gróthúsvatni, og forboð verður at fiska á hesum vøtnum. Arbeiði hjá Kunningarstovuni á Sandi og Ferðaráð Føroya verður trupult og nógv darvað. ILA á Sandsvatni fer eisini at hava ávirkan á, hvussu bøndurnir fara at sleppa av við sínar vistfrøðisligu framleiðslur.
<sum>Sandoy Seafood fer ikki at kunna lýsa við framleiðslum úr ILA fríðum umhvørvi og fer tørvurin á vatni orsakað av eini lívsfiskastøð at darva Sandoy Seafood.

<sum>Grind fer ikki longur at verða hildin til á Sandi orsakað av ILA smittuvandanum hjá lívfiskinum.

Sandingar kunnu enn støðga hesari ætlan við at kæra til Umhvørvisstýrið og heiti eg á sandsfólk um at gera vart við seg!

Tíðin er nú búgvin til, at fólk og lokalsamfeløg tora at støðga umhvørviságangi frá einum ábyrgdarleysum alara. Ein óspilt og rein náttúra Heima á Sandi hevur meira at siga enn áhugamálini hjá Pf Fútakletti, ella hvat halda sandingar ?