Marjus Dam, løgtingsmaður
Nú valstríðið er lokið, byrjar arbeiðið Annfinn Kallsberg og Høgni Hoydal.
Eg fari at biðja tykkum báðar sum fólkatingsumboð um at bera so í bandi, at til í tykkara "åbningstale" so miriliga heita á stjórnina um at fáa útbygt Vága floghavn til 1800 metrar sum skjótast.
Stór skomm er, at staturin ikki hevur røkt sína uppgávu á hesum øki meira nøktandi.
Eg haldi, at rætta staðið at nevna hesi viðurskiftir er fólkatingsins talarastólur - umframt, at landstýrið sjálvandi eisini er áhugað í at ein útbygging verður framd sum skjótast.
Enn einaferð: tillukku við valinum. Royni at nýta ríkisfelagsskapin positivt til gagn fyri Føroyingar.









